AfD vann landspartavalið - CDU rakk ikki upp um tinggáttina

AfD vann landspartavalið - CDU rakk ikki upp um tinggáttina
Hetta er ein vanlukka, sigur Friedrich Merz, samveldiskanslari og formaður í CDU
Leif-Erik Holm var høvuðsvalevni hjá AfD í Mecklenburg-Vorpommern, sum vann stórsigur á landspartavalinum í gjár.
Mynd: Marcus Brandt/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.09.2026 - 08:03

Høgravendi flokkurin, Alternative fúr Deutschland, AfD, vann landspartavalið í Mecklenburg-Vorpommern í gamla Eysturtýsklandi.

Samstundis fall kristin-demokratiski flokkurin, CDU, fyri sperrimarkinum og kom ikki inn. Hetta er fyri fyrstu ferð í søgu floksins.

Fyribils úrslit vísa, at AfD fekk 38,2 prosent av atkvøðunum, framman fyri sosialdemokratiska flokkin, SPD, sum fekk 35,5 prosent.

Kristindemokratiski flokkurin hjá samveldiskanslaranum Friedrich Merz, CDU, fekk 4,9 prosent, og rakk sostatt ikki upp um tinggáttin, sum er fimm prosent. Á valinum í 2021 fekk flokkurin 13,3 prosent.

Hetta er fyrstu ferð, at CDU hvørki megnar at koma upp um sperrimarkið á einum landspartavali ella til ES-tingið.

Gamla metið hjá flokkinum var 9 prosent í Bremen,  - tað var í 1951.

Hinvegin, so er úrslitið annar sigurin hjá AfD á einum landspartavali í tvær vikur.

 

Friedrich Merz. (Mynd: Christian Mang/Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Ein vanlukka

- "Es ist ein desaster."

- Hetta er ein vanlukka, segði Merz um valúrslitið í Meckelnburg-Vorpommerern.

Samstundis staðfesti hann, at hann heldur fram sum kanslari, og arbeiðir víðari við búskapar- og sosialu nýskipanunum hjá stjórnini.

Vinstriflokkurin Die Linke fekk 6,5 prosent, og Tey grønu endaðu fingu 5,7 prosent.

Samgongan Bündnis Sahra Wagenknecht, - stytt BSW, sum er á vinstravonginum, fekk 4,8 prosent, og kom sostatt heldur ikki inn í landspartatingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329