- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skipsboð verður flotað mikumorgunin kl. 10
Skipsboð verður flotað mikumorgunin kl. 10
Og fyrsta kappingin verður millum nýggja farmaskipið Hav Leiti og frystilínuskipið Kamb

22.09.2026 - 11:00
Føroyar eru ein siglandi tjóð og føroyingar gera seg galdandi innan eitt nú fiskivinnu, farmavinnu, ferðavinnu, frálandavinnu og alivinnu.
Nógvir føroyingar eru eisini sera væl vitandi, tá talan er um maritim viðurskifti av alskyns slagi. Og júst hendan vitanin verður reyði tráðurin í nýggju spurnarkappingini Skipsboð, ið er ein spurnarkapping millum skip.
Skip og manningar eru eisini vælkomin at tekna seg til kappingina á teldupostbústaðinum skipsboð@kvf.fo
Umframt sjálva spurnarkappingina verður eisini ein samrøða við Andras Sigmarsson Jacobsen, ið er leiðari á matvøruútbúgvingini á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Skipsboð, fyrstu ferð mikumorgunin klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























