Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari hjá HB

Mikkjal Thomassen er nýggjur venjari hjá HB
Havnar Bóltfelag hevur kunngjørt, at Mikkjal Kjartansson Thomassen verður høvuðsvenjari komandi trý árini.
Mikkjal K. Thomassen
 
23.09.2026 - 10:52

Í gjár kunngjørdi Havnar Bóltfelag, at felagið hevur sett Mikkjal Kjartansson Thomassen sum høvuðsvenjara komandi trý árini. Mikkjal K. Thomassen er uppvaksin í HB og hevur umboðað besta mansliðið.

Sum venjari hevur hann tó verið í kapping við HB. Fyrst sum venjari hjá B36, har hann millum annað vann FM í 2011. Í 2015 fór hann til KÍ, har hann vann bæði Løgmanssteypið og FM. Seinastu árini hevur Mikkjal Thomassen verið venjari hjá norska Fredrikstad og svenska AIK Stockholm.

Í samrøðu við HB sigur forkvinnan, Helga Ellingsgaard, at tey eru fegin um, at Mikkjal Thomassen hevur átikið sær uppgávuna. HB liggur í løtuni á triðja plássi í Meistaradeildini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954