Glaður fyri málið - vónbrotin av javnleikunum

Glaður fyri málið - vónbrotin av javnleikunum
Áki Samuelsen fekk kjansin frá byrjan í sínum fyrsta A-landsdysti við stigum upp á spæl og kvitteraði við sínum fyrsta málið. Hann var kortini vónbrotin av javnleikinum
Áki Samuelsen var bæði glaður og harmur í regninum á Tórsvølli leygarkvøldið
26.09.2026 - 19:35

Áki Samuelsen var bæði glaður og vónbrotin, tá hann tosaði við Kringvarpið í grimdarregninum á Tórsvølli.

Bóltkringi vongurin hevði skotið sítt fyrsta A-landsliðsmál yvirhøvur í sínum fyrsta dysti við stigum upp á spæl, men var samstundis vónbrotin, tí tað ikki eydnaðist at fáa øll trý stigini ímóti Kasakstan.

 - Eg eri ótrúliga glaður fyri málið, tað má eg siga. Mítt fyrsta mál á landsliðnum í mínum fyrsta týðandi dysti, so tað eri eg glaður fyri, men eg haldi vit áttu at vunnið. So eg eri eitt sindur beiskur um, at vit ikki fáa trý stig, segði vongurin.

Áki Samuelsen legði Føroyar framum, tá eitt korter var spælt á Tórsvølli. Føroyar spældu væl í vinstru síðu, og Andrias Edmundsson, sum var komin framvið, legði bóltin lágt innfyri, har Áki Samuelsen sendi hann upp í nærra málhornið.

 - Vit hava vant innrenningar, tí tað er pláss til cutbacks, tá vit sleppa til baklinjuna, og tað sá Andrias. Hatta var eitt gott mál, segði Áki Samuelsen.

Við føroyskum brillum var útjavnandi málið hjá kasakum ikki eins gott - og kanska óneyðugt eisini. Hornaspark varð sent innfyri, og uppdekkingin við handara økið sveik, og so kundi Temirlan Yerlanov skalla væl til 1-1.

 - Vit spæla væl í løtum, og um vit taka tað góða spælið við okkum, vinna vit í Moldova. Tað ivist eg ikki í, segði Áki Samuelsen.

Dysturin ímóti Moldova er klokkan 17.00 týsdagin, og Kringvarpið byrjar at senda klokkan 16.30.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083