Fýrverksmálið í Vági eisini í rættinum í dag

Fýrverksmálið í Vági eisini í rættinum í dag
Sambært ákæruritinum eru talan um meira enn átta tons av fýrverki, sum lógu í einum sethúsum í umleið trý ár. Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing
Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing - ákærdi maðurin noktar seg sekan.
 
28.09.2026 - 10:48

Málið um tey átta tonsini av fýrverki, sum vóru funnin einum sethúsum í Vági í september 2024, er eisini fyri í rættinum í dag.

Sambært ákæruritinum er talan um átta tons og 233 kilo av fýrverki, sum høvdu ligið har í umleið trý ár. 

Ákærdi maðurin hevði ikki loyvi at goyma fýrverkið í sethúsunum. 

Hann er ákærdur eftir grein-252 í revsilógini. Hon sigur at "tann, sum við vinningi í huga, í grovum ovfarakæti ella á tílíkan fyrilitarleysan hátt elvir til nærliggjandi vanda fyri lívi ella likamsførleikum hjá øðrum persóni, verður revsaður við fongsli í upp til 8 ár."

 

Er enn í varðveitslu

Løgreglan legði beinanvegin hald á tey 8,2 tonsini av fýrverki, sum vórðu funnin í Vági. Fýrverkið er enn í varðveiðslu hjá løgregluni og ákæruvaldið krevur at tað verður burturbeint.

Ákæruvaldið krevur fongsulsrevsing, upplýsir Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, sum tó ikki vil útgreina kravið nærri.

Maðurin noktar seg sekan í ákærunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286