Tignarmerkið: Fólksins heiður

Tignarmerkið: Fólksins heiður
Hvussu fert tú í holt við uppgávuna, tá tú skalt finna upp á eitt heiðursmerki til føroyingar, sum skal vara? Svarið er: tú gert tær ómak
Uppskotið eigur Edvard Fuglø
 
30.09.2026 - 07:00

Tað var ein avbjóðing av teimum heilt serligu, sum Sólja í Ólavstovu og Dan Knudsen millum onnur fingu í 2023 frá táverandi landsstýri. Tey skuldu koma við einum tilmæli um ein føroyskan heiður, sum skuldi kunna vera borin saman við til dømis danska riddarakrossinum og íslendska falkinum, men samstundis skuldi hann vera øðrvísi.

- Hesin heiður skuldi vera fólksligur og ikki ein, sum stjórnin letur teimum, ið hava røkt eitt ávíst embæti til dømis, sigur Sólja, sum var forkvinna í nevndini.

Vitjað var í londunum kring okkum um teirra heiðursskipanir, eins og drúgt samskifti var við málráðið um, hvussu heiðurin skuldi eita, tí tað var umráðandi, at hann ikki kundi koma í bland við aðrar heiðrar.

Valið fall á Tignarmerki Føroya, og eftir eina kapping fyri innboðin vann Edvard Fuglø heiðurin at sniðgeva tignarmerkið, sum nú er til almenna hoyring.

Føroyska tignarmerkjaskipanin er øðrvísi enn tær hjá grannalondunum á tann hátt, at øll kunnu innstilla onkran til heiðurin. Tað veri seg innan fyri list, sjálvboðið arbeiði, vinnulív, public service, ítrótt og mangt annað.

Ein nevnd skal so velja, hvør skal fáa Tignarmerkið, sum verður handað á nýggjárinum.

Um alt gongur sum ætlað, verður fyrsta Tignarmerkið handað tann 1. januar 2028, sigur Dan Knudsen.

a_2270-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096