Landið vann gamalt sakarmál

Landið vann gamalt sakarmál
Eitt meira enn 14 ára gamalt sakarmál er nú endaliga avgreitt. Og landsstýrið vann í Hægstarætti
Phoenix.
 
01.10.2026 - 06:24

Eitt meira enn 14 ára gamalt sakarmál er nú endaliga avgreitt.

Og landsstýrið vann í Hægstarætti.

Hægstirættur staðfesti dómin hjá Eystara landsrætti í 2024, sum staðfesti dómin hjá Føroya rætti.

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið er frídømt.

Tað skal ikki rinda endurgjald.

Mótparturin var Føroya banki og Thor.

Málið er tó nógv eldri enn so.

Tað byrjar í Fútarættinum 25. november í 2008.

Tvingsilssøla

Tá keypti Føroya banki djúpvatnstrolaran Phoenix á tvingsilssølu.

Síðst í 2009 keypti Thor skipið frá bankanum.

Phoenix hevði royndarloyvi at fiska stinglaks fram til 2008.
 
Síðst í 2008 fóru royndarloyvini eftir stinglaksi sambært tilmæli frá Havstovuni úr trimum niður í tvey.

Í 2009 søkti Thor um royndarloyvi, men fekk tað ikki, tí saman skipan, sum var í 2009, helt fram, altso tvey royndarloyvi, sum longu vóru latin.

Hægstirættur skuldi taka støðu til, um avgerðirnar hjá landsstýrinum um royndarloyvi fyri 2009 og 2010 vóru ógildugar.

Og um landsstýrið hevði endurgjaldsábyrgd.

Kravið er 3,7 mió, kr, umframt rentu frá 2014.

Ongan rætt

Hægstirættur sigur, at Føroya banki ikki hevði rætt til royndarloyvi eftir 2008. 

Bankin hevði hvørki fingið bindandi tilsøgn ella eina rættarvarda væntan um royndarloyvi. 

Viðvíkjandi Thor var avgerðin um royndarloyvi fyri 2010 avgerandi. 

Hægstirættur sigur, at avgerðin hjá Fiskimálaráðnum um royndarloyvini fyri 2010 hevði lógarheimild.

Føroya banki og Thor skulu gjalda Uttanríkis- og Fiskimálráðnum góðar 460.000 kr. í sakarkostnaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928