- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit gita: Seks broytingar

Føroyar spæla í kvøld triðja dystin upp á bara sjey dagar. Tað er móti Slovakia á Tórsvølli. UEFA hevur til hesa Nations League valt at leggja tvey landsliðumfør saman. Tí er talan um fýra dystir upp á 11 dagar. Tað sæst aftur í útskiftingunum millum dystirnar.
Føroyska liðið gjørdi fimm útskiftingar frá javnleikinum móti Kasakstan í Føroyum, til dystin móti Moldova í Chișinău. Nógv bendir á, at liðið í kvøld fer at líkjast tí, sum byrjaðu dystin ímóti Kasakstan. Landsliðsvenjararnir hava skift á teimum mest útsettu plássunum.
Tað vil siga, at Odmar Færø, Jóannes Kalsø Danielsen, Martin Agnarsson, Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen verða við frá byrjan, men túnatosið sigur, at tað verður ein broyting afturat. Hon kundi verið, at Áki Samuelsen ella Hanus Sørensen fáa hvíld frá byrjan í kvøld, meðan Poul Kallsberg byrjar.
Vit gita, at tað verða seks broytingar frá dystinum móti Moldova. Vit geva aftur Pouli Kallsberg eitt git til byrjurnaruppstillingina. Hann er stríðssinnaður og sterkur í luftspælinum. Føroyska liðið hevði trupult við at vinna bóltin á hálvuni hjá Moldova. Í kvøld kemur føroyska liðið aftur undir trýst. Her verður neyðugt at sparka langt og vinna bóltin.
Dysturin í kvøld er móti Slovakia á Tórsvølli og byrjar klokkan 19.45. Sjónvarpið vísur dystin og byrjar at senda eftir Dag og Viku.
Vit gita: Føroyar (5-4-1)
Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Poul Kallsberg, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen – Petur Knudsen




























