- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunulæknar: Sáttmálin og lógin siga hvør sítt
Kommunulæknar: Sáttmálin og lógin siga hvør sítt
Landsstýriskvinnan í heilsumálum sigur, at Heilsutrygd hevur ikki heimild at rinda partafelagi løn. Men sáttmálin hevur hesa heimild, sigur Kommunulæknafelagið

Læknamiðstøðin í Klaksvík.
02.10.2026 - 12:57
Kommunulæknafelagið sigur tað vera ein sáttmálatryggjaðan rætt hjá kommunulæknum at fáa løn útgoldna til eitt partafelag.
Men lógin gevur ikki Heilsutrygd heimild til at rinda einum partafelagi løn. Lønin skal rindast til ein persón, og tí ber ikki til at løna kommunulæknar gjøgnum partafeløg, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Eyðdis Hartmann Niclasen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Spurningurin hevur tikið seg upp eftir eina næstan tvey ára drúgva ósemju millum ein kommunulækna og Heilsutrygd.
Kommunulæknin vildi hava løn útgoldna til sítt egna partafelag, men tað vildi Heilsutrygd ikki, og í apríl avgjørdi Heilsutrygd so at skera ígjøgnum og flyta allan útistandandi peningin á privatu lønarkontuna hjá læknanum.
Turið Holm Johannesen.
Turið Holm Johannesen, forkvinna í Kommunulæknafelagnum, vísti fyrr í vikuni á, at kommunulæknar hava ein sáttmálatryggjaðan rætt til at reka sítt virksemi gjøgnum partafeløg.
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at heilsu- og orkumálaráðið hevur ongar ætlanir um at broyta lógina, og vísir annars á, at sáttmálaviðurskiftini hjá kommunulæknunum eru við Fíggjarmálaráðið.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
02102026_Kommunulaeknar
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























