Magdalena Andersson skal royna umaftur

Magdalena Andersson skal royna umaftur
Forkvinnan í Sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki, Magndalena Andersson, hevur nú aftur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn
Magdalena Andersson er forkvinna í sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki.
Mynd: Jonas Ekstromer/TT/Ritzau Scanpix  
 
02.10.2026 - 17:12

Forkvinnan í Sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki, Magndalena Andersson, hevur nú aftur fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn.

Tað eydnaðist henni ikki at skipa stjórn eftir valið, men nú skal hon royna umaftur, sigur formaðurin í svenska ríkisdegnum, Andreas Norlén sambært svenskum miðlum.

- Við støði í teimum samtalum, sum eg havi havt, havi eg gjørt av, at Magdalena Andersson skal taka uppaftur stjórnarsamráðingarnar, sigur Norlén.

Samráðingarnar byrja mánadagin, so flokkarnir hava vikuskiftið at hugsa seg um, sigur hann, sambært Dagens Nyheter.

Tá uppgávan er avgreidd, verður atkvøðugreiðsla í ríkisdegnum um nýggja forsætisráðharran.

Aftonbladet skrivar, at atkvøðugreiðslan verður í fyrsta lagi 14. oktober.

Ulf Kristersson má bíða

At virkandi forsætisráðharri og formaðurin fyri flokkin Moderaterne, Ulf Kristersson, ikki fær høvi at royna at skipa stjórn, skyldast, at politiska støðan er óbroytt, sigur formaðurin í svenska ríkisdegnum.

- Eg staðfesti, at tey grundleggjandi politisku og parlamentarisku viðurskiftini eru neyvt tey somu nú, som tey vóru, tá Magdalena Andersson fekk uppgávuna av fyrstan tíð, sigur Andreas Norlén.

Ulf Kristersson sigur í skrivligar viðmerking til TV4 Nyheterna, at tað er natúrligt, at forkvinnan í Sosialdemokratiska flokkinum aftur fær litið upp í hendur at skipa stjórn, tá ein meiriluti í ríkisdegnum vil hava hana sum forsætisráðharra.

Tað var mánadagin, at Magdalena Andersson, boðaði frá, at tað ikki var eydnast henni at finna felags stev í málinum at skipa stjórn.

Millum annað av teirri orsøk, at flokkarnir Centerpartiet og Vänsterpartiet settu ultimativ krøv, sum ikki vóru eftirlíkað.

Vinstravongurin og Centerpartiet fingu smalan meiriluta á svenska valinum 13. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162