- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marco Rubio til Íslands

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, kemur í dag á vitjan í Íslandi, har hann skal fremja amerikonsku áhugamálini í Arktis - hetta eru tvær vikur eftir, at USA skrivaði undir trygdaravtalu um Grønland.
Rubio skal á fund við íslendskar myndugleikar í Reykjavík at tosa um búskaparligt- og trygdarsamstarv, upplýsir amerikanska uttanríkisráðið.
Vitjanin kemur eftir, at USA í september skrivaði undir trygdaravtalu við Danmark og Grønland, í sambandi við aðalfundin hjá ST í New York.
Vitíkiskort
Fyrst í september deildi amerikanski forsetin, Donald Trump á egna miðli sínum eitt vitlíkiskort, har USA knappliga hevði lagt nærum alt Norðuramerika - og Ísland undir seg.
Íslendski uttanríkisráðharrin, Thorgerður Katrin Gunnarsdóttir, boðsendi amerikanska sendiharran á fund og gjørdi greitt, at uppslagið var fullkomiliga óhóskandi, skrivar íslendska kringvarpið, Rúv.
Eftir vitjanina í Íslandi fer Rubio víðari til Grikkalands og Portugal, upplýsir amerikanska uttanríkisráðið.




























