- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avroð fara burtur: Útboðið ov stórt og eftirspurningurin ov lítil
Avroð fara burtur: Útboðið ov stórt og eftirspurningurin ov lítil
Torkil Dalsgaard, sum ein av størstu seyðabóndum í Føroyum, er harmur um at koyra góðan mat burtur

Avroð fara burtur, tí eftirspurningurin er ov lítil. (Savnsmynd)
05.10.2026 - 14:10
Avroðini fara í skrell, tí útboðið er ov stórt og eftirspurningurin ov lítil.
Tað loysir seg ikki at taka avroðini, sigur Torkil Dalsgaard, sum er bóndi.
Hann harmast um at koyra góðan mat burtur.
Torkil Dalsgaard vísir á, at at hann hevur nógvan seyð, men tá einki fæst fyri tað, hava tey ikki møguleika at taka alt upp.
Landbúnaðarráðgevin, Jens Ivan í Gerðinum, vísir á, at tað snýr seg um útboð og eftirspurning, men eisini um stuðulsskipanir.
Útlendskar búnaðarvørur fáa nógv meiri í stuðli enn tær føroysku.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
05102026_Avrod_i_skrell
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























