Varastjórastarv í Sjúkrahúsverkinum lýst leyst av nýggjum

Varastjórastarv í Sjúkrahúsverkinum lýst leyst av nýggjum
Heilsu- og orkumálaráðið sigur í dag, at tað metir ikki, at umsóknargrundarlagið nóg breitt til at halda fram við setanartilgongdini
Starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum leyst av nýggjum. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.10.2026 - 15:18

Heilsu- og orkumálaráðið lýsir nú starvið sum varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum leyst av nýggjum. 

Bara tvær umsóknir komu til starvið, tá freistin fór 28. september. Tveir menn søktu, og farið var undir setanartilgongd.

Heilsu- og orkumálaráðið sigur í dag, at tað metir ikki, at umsóknargrundarlagið er nóg breitt til at halda fram við setanartilgongdini. 

Nýggja umsóknarfreistin er fríggjadagin 30. oktober á middegi.

 

Ovasti ábyrgdarhavandi lækni 

Varastjórin er ovasti ábyrgdarhavandi lækni í sjúkrahúsverkinum.

Varastjórin virkar eisini sum læknafakligur ráðgevi hjá Heilsu- og orkumálaráðnum.

Tummas í Garði hevur verið varastjóri.

Hann er farin frá og arbeiðir nú sum lækni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672