Fáa somu lønarhækking sum onnur alment lønt

Fáa somu lønarhækking sum onnur alment lønt
Tað gjørdi mun, at politikarar komu upp í samráðingarnar millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar
Tað gjørdi mun, at Jørgen Niclasen og Heðin Mortensen komu upp í samráðingarnar við Pedagogfelagið
Mynd: Fíggjarmálaráðið  
 
16.01.2014 - 07:54

Pedagogfelagið fekk nýggjan sáttmála í gjárkvøldið.

Tað gjørdi mun, at politikararnir komu upp í samráðingarnar millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Jørgen Niclasen og Heðin Mortensen vóru við á fundinum í gjár. Nýggi sáttmálin er galdandi frá 1.oktober í fjør til 1.oktober næsta ár.

Sama lønarhækking

Pedagogar fáa somu lønarhækking sum onnur á almenna arbeiðsmarknaðinum. 1.oktober í fjør hækkar mánaðarlønin 190 kr. og 0,9 prosent. 1.oktober í ár hækkar lønin 1,9 prosent. 
Pedagogfelagið, landið og kommunurnar samdust eisini um, hvussu nógv prosent, vaktargjøldini eru. Og nýggjur lønarflokkur er gjørdur til leiðarar á størstu kommunalu dagstovnunum.

Avtala er gjørd um, at arbeiðssteðgur, verkfall ella verkbann, skal fráboðast skrivliga minst 48 tímar frammanundan. Og tað er eisini galdandi fyri samhugaarbeiðssteðg.

Álitisfólkaskipan

Men semja fekst ikki um broyting í álitisfólkaskipanini og sálarligt arbeiðsumhvørvi. Sambært Pedagogfelagnum var óloysiligi knúturin, tá Semingsstovnurin kastaði frá sær, at fáa eina orðing í sáttmálarnar um sálarligt arbeiðsumhvørvi. 

Hesa orðing kravdi Pedagogfelagið fyri eina broyting í álitisfólkaskipanini, sum arbeiðsgevararnir kravdu. Teir vildu hava, at minst fimm limir í Pedagogfelagnum skulu vera á einum arbeiðsplássi fyri at kunna velja álitisfólk. Sambært galdandi sáttmála kunnu trý fólk á einum arbeiðsplássi velja sær álitisfólk.

Drúgvar samráðingar

Samráðingarnar hjá Pedagogfelagnum, Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum gjørdust drúgvar. Tær byrjaðu 28.august í fjør. 4.desember varð Semingsstovnurin boðsendur. Men um kvøldið 19.desember góvu semingsmenninir skarvin yvir. 

Í síðstu viku bað Pedagogfelagið um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum komu upp í samráðingarnar. Tað komu teir klokkan fimm seinnapartin í gjár. Og klokkan átta í gjárkvøldið vóru partarnir samdir um nýggjan sáttmála.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039