Játtanin til klimaviðgerðir uttanlands er strikað

Játtanin til klimaviðgerðir uttanlands er strikað
Psoriasisfelagið og Giktafelagið heita á politiska myndugleikan um at varðveita játtanina og arbeiða fyri einari varandi loysn
Játtanin til klimaviðgerðir uttanlands hjá psoriasissjúklingum og giktasjúklingum er strikað í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. (Savnsmynd
 
06.10.2026 - 15:39

Sláimaskinan hjá landsstýrinum hevur rakt meint, tá ið røður um klimaviðgerðir uttanlands føroyskum sjúklingum, sum hava psoriasis og gikt. 

Seinnu árini hevur ein millión krónur verið sett av á fíggjarlógini til klimaviðgerðir til limir Psoriasisfelagnum og Giktafelagnum -  ein hálv millión til hvørt felagið. 

Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár er játtanin strikað. Tað er komið dátt við hjá feløgunum, sum í felags tíðindaskrivið kæra sína neyð:

 - Klimaviðgerðin er skipað viðgerð undir læknaligum eftirliti. Ein lækni metir um umsóknirnar og ger av, hvør hevur læknaligan tørv á viðgerðini. Tað eru ikki øll, sum søkja, ið sleppa við - hóast tey hava eina staðfesta sjúku. Samstundis er tørvurin størri enn játtanin: Fleiri sjúklingar hava tørv á viðgerðini, enn pláss er fyri, siga Psoriasisfelagið og Giktafelagið. 

Feløgini heita á politiska myndugleikan um at varðveita játtanina til klimaviðgerðina og arbeiða fyri einari varandi loysn, so sjúklingarnir ikki skulu berjast fyri sama viðgerðarmøguleika ár eftir ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234