- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jenis av Rana tilnevnt Netanyahu til friðarheiðursløn Nobels

Jenis av Rana, tinglimur fyri Miðflokkin, hevur tilnevnt Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra í Ísrael, til friðarheiðursløn Nobels í 2026.
Tað upplýsir løgtingsmaðurin í tíðindaskrivi.
Jenis av Rana grundgevur tilnevningina við stríðið hjá Ísrael móti yvirgangi, eftir álopið á Ísrael 7. oktober í 2023. Hann heldur, at Netanyahu ikki bara stríðist fyri Ísrael.
– Benjamin Netanyahu stríðir stríð okkara allra móti terroristum, sum ikki virða mannalív, og hvørs endamál er at leggja allan heimin undir eina valdsideologi, skrivar Jenis av Rana.
Løgtingsmaðurin samanber eisini Netanyahu við Ester drotning úr Gamla testamenti og skrivar, at Netanyahu er "av Gudi settur forsætisráðharri til tíð sína".
Jenis av Rana væntar tó ikki, at ísraelski forsætisráðharrin fær friðarheiðurslønina.
– Neyvan verður forsætisráðharri Ísraela heiðraður, tí til tað eru fordómanir móti honum og tjóð hansara tíverri ov stórir, skrivar Jenis av Rana.
Hann skrivar, at hann sendi tilnevningina til norsku Nobelnevndina í januar, og fekk tann 25. januar váttan um, at hon var móttikin.
Vinnarin av friðarheiðurslønini verður kunngjørdur fríggjadagin 9. oktober.



























