- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stjórnarleiðararnir í útnorðri á fundi í Íslandi
Stjórnarleiðararnir í útnorðri á fundi í Íslandi
Løgmaður heldur tað vera eitt gott tiltak, at stjórnarleiðararnir í Íslandi, Føroyum og Grønlandi hittast

Teir tríggir stjórnarleiðararnir í útnorðri hittast í Íslandi í dag.
Mynd: Íslendska forsætisráðið
07.10.2026 - 16:13
Stjórnarleiðararnir í útnorðri, Íslandi, Grønlandi og Føroyum, hittast í Íslandi í dag.
Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri, hevur boðið teimum til Íslands.
Jens-Frederik Nielsen, formaður í grønlendska landsstýrinum, og Beinir Johannesen, løgmaður, fara eisini at hava fund íslendska forsætisráðharran.
Løgmaður heldur, at tað er eitt gott tiltak, at stjórnarleiðararnir í Íslandi, Føroyum og Grønlandi hittast, tí teir hava nógv felags áhugamál.
Hoyr samrøðu við Beinir Johannesen í útvarpstíðindunum:
07102026_Beinir_ur_Islandi
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























