Ísrael finst at avgerðini at lata Pillay friðarheiðurslønina

Ísrael finst at avgerðini at lata Pillay friðarheiðurslønina
ST-nevnd, sum Navi Pillay stóð á odda fyri, kom til ta niðurstøðu, at Ísrael fremur fólkadráp í Gasa
Ísraelska stjórnin er sera ónøgd við, at suðurafrikanski løgfrøðingurin Navi Pillay hevur fingið friðarheiðurslønina.
Mynd: Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.10.2026 - 13:57

Ísrael finst hvassliga at avgerðini um at lata Navi Pillay friðarheiðursløn Nobels.

- Nú Nobelnevndin hevur heiðrað størstu lygnina í 21. øld, klappar Joseph Goebbels ivaleyst í helviti.

Soleiðis skrivar ísraelska uttanríkisráðið á sosiala miðlinum X.

Joseph Goebbels var propagandamálaráðharri í Nazitýsklandi undir seinna heimsbardaga.

Ísraelska stjórnin er sera ónøgd við, at suðurafrikanski løgfrøðingurin, Navi Pillay, hevur fingið friðarheiðurslønina.

Pillay stóð á odda fyri einari óheftari ST-nevnd, sum kannaði brot á mannarættindi og krígslógir í Ísrael og hersettu palestinsku økjunum.

Í september í fjør kom nevndin til ta niðurstøðu, at Ísrael fremur fólkadráp í Gasa.

Hetta hevur Ísrael staðiliga afturvíst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672