Koma uttan tilknýti

Koma uttan tilknýti
Tey flestu, sum flyta til Føroya, hava ikki bústaðartilknýti her
Fólkatalið veksur hvørt ár. Men ikki øll, sum koma, eru føroyingar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.10.2026 - 06:10

Nógv tey flestu, sum flyta til Føroya, hava ikki bústaðartilknýti her.

Í nettoflytingini frá 1. september í fjør til 1. september í ár vóru 90 prosent fólk uttan bústaðartilknýti, skrivar Hagstovan.

Vøksturin í nettoflytingini, næstan 600 fólk, var tó meira javnt býttur. 

Har vóru 60 prosent fólk uttan bústaðartilknýti.

Fyri at hava føroyskt bústaðartilknýti skal fólk hava búð helvtina av lívinum ella sjey av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.

Nettoflytingin hjá fólki við bústaðartilknýti var positiv seinasta árið. 

Hetta er ein broyting frá fleiri undanfarnum tíðarskeiðum, har nettoflytingin hjá fólki við bústaðartilknýti var negativ.

Vøksturin í nettoflytingini tí er komin frá fólki uttan bústaðartilknýti. 

6,6 prosent teirra, sum búðu í Føroyum 1. september, hava ikki bústaðatilknýti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595