- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gransking: Eru framvegis aftan fyri hini norðurlondini

- Tað er gott, at íløgurnar í gransking og menning vóru størri í fjør enn í fyrraárið, men enn liggja vit lægri enn í 2022 og 2023 og væl aftanfyri hini norðurlondini.
Tað sigur Maria Skaalum Petersen, nývald forkvinna fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.
Hon sigur, at hetta má broytast.
Hagstovan hevur kunngjørt hagtøl fyri gransking og menning í Føroyum í 2025.
Her sæst, at samlaðu íløgurnar eru 1,32 prosent av BTÚ. Hækkingin er 0,12 prosent samanborið við árið fyri.
Í krónum er talan um 388 mió. kr. í 2025 samanborið við 335 mió. kr. í 2024.
Maria Skaalum Petersen.
Flestu lond í Evropa hava sum mál at nýta trý prosent av BTÚ til gransking og menning. Skulu vit røkka hesum málinum í Føroyum skulu 500 milliónir leggjast afturat verandi íløgum.
Hoyr samrøðu við Mariu Skaalum Petersen í útvarpstíðindunum:



























