Húsarhaldini skylda eina milliard meira enn fyri ári síðani

Húsarhaldini skylda eina milliard meira enn fyri ári síðani
Greining hjá Landsbankanum vísir, at húsarhaldini í meðal rinda sløk fýra prosent í rentu av sethúsalánum
Samlaðu útlánini hjá føroysku peningastovnunum til húsarhaldini vóru í august í fjør 11,3 milliardir krónur og 12,4 milliardir í august í ár. (Savnsmynd)
 
13.10.2026 - 11:20

Føroysku húsarhaldini skylda eina góða milliard krónur meira í dag enn fyri einum ári síðani.

Samlaðu útlánini hjá føroysku peningastovnunum til húsarhaldini vóru í august í fjør 11,3 milliardir krónur og 12,4 milliardir í august í ár. Vøksturin er 9,2 prosent.

Sambært greining hjá Landsbankanum rinda húsarhaldini í meðal 3,97% í rentu av sínum sethúsalánum, og realkredittlánini kosta stórt tað sama, í meðal 3,93% í rentu og bidragi.

 

 

Greiningin var gjørd í august, og síðani hava allir peningastovnarnir boðað frá rentuhækkingum.

Sambært landsbankanum raka tey, sum skylda 2,5 milliónir krónur, loftið fyri rentustuðli, tá rentan fer upp um fýra prosent. Heili 92 prosent av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum er við broytiligari rentu, upplýsir Landsbankin.

Les meira her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938