Einki spurdist burtur úr semingsroynd millum KAF og handverkarar

Einki spurdist burtur úr semingsroynd millum KAF og handverkarar
Kommunala arbeiðsgevarafelagið góðtók semingsuppskotið, men handverkarafeløgini vrakaðu tað
Semingsmenninir løgdu fram semingsuppskot í gjárkvøldið. KAF góðtók semingsuppskotið, men handverkarafeløgini vrakaðu tað.
 
14.10.2026 - 15:47

Einki spurdist burtur úr semingsroyndin millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og handverkarafeløgini, sigur KAF í tíðindaskrivi.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava leingi samráðst um nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1. januar í ár.

Men samráðingarnar bóru ikki mál, og tí var Semingsstovnurin boðsendur. 

Í gjárkvøldið var semingsuppskot lagt fyri partarnar, sum fingu freist til middags í dag at svara. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tók undir semingsuppskotinum, men handverkarafeløgini vrakaðu tað, sigur KAF.

Handverkarafeløgini fáa ov lítið

- Vit fáa ov lítið í okkara part, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1838021

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926