Føroyskar røður skulu varðveitast fyri eftirtíðina

Føroyskar røður skulu varðveitast fyri eftirtíðina
Ein ritstjórn hevur sett sær fyri at savna føroyskar røður av øllum slagi á einum stað, so tær kunnu varðveitast og brúkast til íblástur, undirvísing og gransking.
Eydna Skaale er ein av stigtakarunum til foroyskarrodur.fo
 
15.10.2026 - 09:30

Føroyingar hava siðvenju at halda røður til alskyns høvi. Men nógvar røður verða gloymdar, og ofta er torført at finna tær aftur.

Tað vil ein ritstjórn nú gera nakað við. Á heimasíðuni foroyskarrodur.fo skulu bæði gamlar og nýggjar røður savnast og gerast ókeypis atkomiligar hjá øllum.

- Øll kunnu senda inn, tað einasta kravið er, at tað ikki er vitlíki, sum hevur skrivað røðuna, sigur Eydna Skaale, retorikari, sum er í ritstjórnini.

Endamálið er ikki bara at savna kendu politisku røðurnar, men eisini prædikur og røður frá veitslum, hátíðarhaldum, brúdleypum og øðrum høvum.

- Røðurnar kunnu geva okkum eitt serligt innlit í føroyska samfelagið, málið og tey virði, sum hava broytt seg gjøgnum tíðirnar, sigur Eydna Skaale.

Eydna og Torbjørn Jacobsen, sum eisini er við í arbeiðinum, vóru gestir í morgunsendingini og greiddu frá ætlanini og týdninginum av tí góða røðukynstrinum.

Ritstjórnin heitir nú á fólk um at senda røður inn til savnið, sum eftir ætlan skal lata alment upp á flaggdegnum komandi ár.

a_2733-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688