Gongur illa at manna sjúkraflutningstænastuna í Vágum

Gongur illa at manna sjúkraflutningstænastuna í Vágum
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, hevur aftur svarað einum fyrispurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um sjúkraflutningstænastuna
Sjúkrahúsverkið hevur tørv á fleiri útbúnum ambulansustarvsfólkum, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.10.2026 - 08:13

Tað er trupult at manna støðina í Vágum við tveimum fólkum allar dagar í árinum, tí Sjúkrahúsverkið hevur tørv á útbúnum ambulansustarvsfólki.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Hann spurdi, um landsstýriskvinnan kann tryggja, at støðin í Vágum verður mannað allar dagar í árinum við tveimum fólkum.

Í august spurdi Jóhannis Joensen eisini um sjúkraflutningstænastuna í Vágum. Tá segði landsstýriskvinnan, at sjúkrabilurin í Miðvági var ómannaður í 30 samdøgur í fjør. 

Tvey fólk eiga at manna bilin. Í 16 samdøgur var bara eitt fólk til bilin.

 

Tekur støðuna í størsta álvara

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, sigur, at hon tekur støðuna í størsta álvara og vil arbeiða fyri, at støðin skjótast gjørligt verður mannað allar dagar í árinum við tveimum fólkum.

Í januar næsta ár verða tvey starvsfólk væntandi liðug við meritútbúgvingina sum ambulansuviðgerar. 

Somuleiðis eru fýra starvsfólk undir útbúgving til assistent, og tey kunnu væntandi byrja at arbeiða sum assistentar síðst í árinum, sigur hon.

Landsstýriskvinnan vísir á, at Sjúkrahúsverkið hevur fleiri ferðir lýst eftir ambulansuviðgerum og assistentum, bæði í Føroyum og í hinum Norðurlondunum, men hevur bert fingið sett vikarar í styttri tíðarskeið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793