Tungl: Gamal kjóli fær nýtt lív

Tungl: Gamal kjóli fær nýtt lív
Til útgávukonsertirnar av Tungl fer Eivør í ein kjóla, sum hevur serligan týdning fyri hana. Men við Tungl er hann umskapaður og hevur fingið eitt nýtt symbolskt virði.
16.10.2026 - 20:48

Visuella úttrykkið hevur altíd havt týdning fyri Eivør. Og tá hon um vikuskiftið fer á pall í Norðurlandahúsinum við nýggju útgávuni Tungl, verður tað ikki bara nýggjur tónleikur, sum áhoyrararnir fara at uppliva.

Búnarnir og kjólin, sum Eivør er í, eru ein týðandi partur av heildarupplivingini. Enn einaferð hevur Eivør arbeitt tætt saman við sniðgevanum Maibritt Marjunardóttir, sum hevur skapað búnarnar til konsertirnar.

Tungl er skrivað í einum serligum tíðarskeiði í lívinum hjá henni. Flestu løgini á útgávuni vórðu til stutt eftir, at hon og maður hennara, Tróndur Bogason, fluttu aftur til Føroya fyri góðum trimum árum síðan. Tey bæði hava samstarva tætt um hesa útgávuna:

– Tað er kanska ein heimkoma í hesi plátuni. Hon hyggur meira inneftir enn tann undanfarna og fæst nógv við kenslur, kærleika, longsul og dirvi til at møta tí ókennda, sigur hon.

Tað visuella hevur stóran týdning
Fyri Eivør hevur tað visuella altíð verið ein týdningarmikil partur av tónleikinum. Við árunum er hetta bara vorðið sterkari:

– Tá eg byrji at hugsa um nýggjan tónleik, hugsi eg eisini sera visuelt. Tónleikur og visuelt úttrykk kunnu styrkja hvørt annað, bæði í skapanartilgongdini og tá eg standi á pallinum. Eg havi hug at lata meg í okkurt, sum avspeglar lagið og kenslurnar í tónleikinum.

Tí er samstarvið við Maibritt Marjunardóttir vorðið ein náttúrligur og týðandi partur í tilgongdini hjá Eivør.

Tær hava samstarvað í fleiri ár, og sambært Eivør er Maibritt í dag ein av teimum, hon mest vendir hugskotum við, tá ið talan er um tað visuella universið rundan um tónleikin.

– Hon er vorðin ein sera umráðandi partur av øllum tí visuella. Vit arbeiða sera væl saman.

 

Endurnýtsla sum grundhugsjón
Tað, sum serliga hugtekur Eivør við arbeiðsháttinum hjá Maibritt, er hennara fokus upp á endurnýtslu og burðardygd.
Gjøgnum sína langu yrkisleið hevur Eivør savnað nógvar kjólar og búnar. Men nógvir av teimum hanga bara í skápinum, tí teir hoyra til onnur tíðarskeið í lívinum ella aðrar útgávur.

– Eg havi jú øgiliga nógvar kjólar. Nógvir hanga bara har, og eg brúki teir ikki longur. Men Maibritt dugir ótrúliga væl at taka okkurt gamalt og geva tí nýtt lív. Hon dugir at fáa nakað modernað og nýtt burtur úr tí, sum longu er til.

Hetta samsvarar eisini væl við hugsanum hjá Eivør um hennara tónleik:

– Mær dámar væl at taka okkurt gamalt og geva tí ein nýggjan heim. Tað geri eg eisini ofta í tónleikinum, bæði við tilfari úr mínari egnu fortíð og úr okkara mentan. Har skilja eg og Maibritt hvør aðra sera væl.

Kjólin frá sorgini
Eitt sterkt symbol á útgávukonsertunum er kjólin, sum Eivør fer í.

Hann varð upprunaliga brúktur í sambandi við útgávuna hjá Eivør Room, sum varð skrivað í tíðini, tá ið hon misti pápa sín, og har sorg og saknur vóru berandi evni.

– Tað er næstan rørandi fyri meg at standa í tí kjólanum aftur, tí eg seti hann í samband við eitt tíðarskeið, har eg misti pápa mín. Room handlaði nógv um sorg og sakn.

Tað var Maibritt, sum fekk hugskotið at taka kjólan fram aftur í sambandi við Tungl, og kjólin hevur nú fingið eina nýggja merking. Tí á nýggju útgávuni er sangurin Healer, sum snýr seg um, hvussu tíðin kann grøða sár.

– Vit hildu, at tað hevði verið vakurt at taka kjólan inn aftur sum eitt symbol upp á, at tíðin lekir sár.

Men Maibritt hevur síðani umskapað kjólan. Hon hevur litað hann svartan og givið honum eitt heilt nýtt úttrykk.

– Eg brúkti hann ikki longur, men nú hevur hann fingið eina nýggja tilveru, og tað kennist sum ein sera sigandi tilgongd.

Tá Eivør fer á pall í Norðurlandahúsinum, verður tað fyrstu ferð síðan Room-tíðarskeiðið, at hon er á palli við kjólanum.

– Tað verður nokk sera serligt fyri meg.

 

Ein savnað uppliving
Samstarvið millum Eivør og Maibritt hevur sett sín dám á alla pallsetingina. Tí tær hava arbeitt við at flyta grafisk element frá útgávuni yvir í búnarnar hjá tónleikarunum, so at pallurin, klæðini og tónleikurin hanga saman.

Útgávukonsertirnar fara sostatt at bjóða eina heildaruppliving, har tónleikur, pallmynd, ljós og búnar eru partar av somu søgu.

Og júst tað gleðir Eivør seg mest til at vísa fram.

– Vit hava gjørt eina nýggja palluppseting, nýggjar búnar og nógv nýtt tilfar. Tað er nógv spennandi á skránni. Men fram um alt gleði eg meg at spæla heima í Føroyum. Tað er altíð nakað heilt serligt at vera á heimabana.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286