- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russar væl nøgdir við signalini frá Trump

USA hevur steðgað ætlaðu handils- og tollátøkunum ímóti Russlandi. Donald Trump forseti tók í gjárkvøldið avgerð um kortini ikki at seta revsitiltøkini móti Russlandi, sum lóg varð gjørd um í seinasta mánaða, í gildi.
Ukreinski forsetin sigur, at hetta er ein løn til Vladimir Putin, og fer at eggja honum til at leggja enn meiri fyri í krígnum móti Ukreina.
Avgerðin um ikki at seta revsitiltøk, eitt nú ímóti russiskum bankum og tangaskipum, í verk, kemur eina viku eftir, at amerikanski forsetin gjørdi avtalu við Russland um at USA skal keypa fimm milliónir tons av russiskum diesel.
- Ítøkiliga broytir diesel-avtalan lítið fyri Russland, og revsitiltøkini í lógini, ið varð samtykt í farna mánaða, hava jú ikki verið í gildi, so tí er ítøkiliga støðan fyri russar eins og hon var áðrenn. Men signalini, tey eru góð fyri Russland, sigur Tór Marni Weihe, kønur í russiskum viðurskiftum.
Stutt eftir at hann hevði boðað frá diesel-avtaluni við Russland, kunngjørdi Donald Trump, at Ukreina og Russland høvdu játtað at halda eina sínámillum orku-vápnahvíld, har londini lovaðu ikki at leypa á orkukervið hjá hvørjum øðrum. Hvørki Russland ella Ukreina staðfestu tó hesa avtaluna alment.
Russland leyp aftur á ukreinsk orkumál, og síðani gjørdi Ukreina tað sama hinvegin.
Viðurskiftini ímillum USA og Ukreina í farnu vikuni batnaðu ikki av, at Ukreina ikki eins og áður fekk ávaringar frá amerikanskum skipanum, tá russiskar rakettir nærkaðust Ukreina.
Hetta fekk Volodymyr Zelenskyy, ukreinska forsetan, til at siga, at hann kendi seg sviknan av USA.
Í gjár boðaði Donald Trump so frá, at revsiátøkini móti Russlandi, sum eitt nú skuldu raka russiska skuggaflotan av tangaskipum, ið flyta olju, ikki verða sett í verk fyribils.
- Hetta er keðiligt fyri Ukreina, og tað er keðiligt fyri álitið í NATO-samgonguni - og tí er tað gott fyri Russland. So í Russlandi er mann vælnøgdur. Men mann sigur eisini, so vítt eg havi lisið meg til, at tað broytir ikki so nógv materielt, sigur Tór Marni Weihe.
Hann sigur tó, at signalini heilt vist gevur russum vón um, at amerikanarar eisini fara at halda aftur við vápnastuðli.
Skal nýtast til miðskeiðisvalstríð
Tíðindamaðurin hjá Berlingske í USA, Jacob Heinel Jensen, sigur, at ongin í Washington hevði væntað, at Trump fór at seta revsitiltøkini í verk. Ikki nú. Tí hann vil brúka russiska dieselið til at vinna miðskeiðisvalið í USA, sum stendur fyri framman. At vísa amerikanskum veljarum, at hann er førur fyri at skaffa brennievnið, tey hava brúk fyri, og at steðga prísvøkstrinum.
Jacob Heinel Jensen sigur í Berlingske, at hetta kann fara báðar vegir hjá Trump, tí innanhýsis í republikanska flokkinum finnast ikki nógv, sum vilja stuðla Putin.
- Tað, sum tey flestu gera beint nú, er at tey bíða til hetta her valið, sum er í november, er yvirstaðið. Motivatiónirnar hjá Trump fyri hesum fráboðanunum sýnast fyrst og fremst at vera innlendis politiskar, sigur Tór Marni Weihe.
Kann tað henda, at hann hálsar um og setir revsitiltøkini í verk eftir valið?
- Tað kann saktans henda. Er kanska nokkso sannlíkt. Tí tað sær ikki út til at hann hevur serliga stóra undirtøku heldur í sínum egna flokki fyri hesi avgerðini, sigur Tór Marni Weihe.























