- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innfluttu fyri 12 milliardir - útfluttu fyri 14,5 milliardir

Føroyar innfluttu fyri næstan 12 milliardir krónur frá september í fjør til august í ár.
Tað eru slakar 1,3 milliardir krónur meira enn frá september í 2024 til august í 2025.
Men útflutningurin er størri.
Hann var góðar 14,5 milliardir krónur frá september í fjør til august í ár.
Vøksturin er 1,4 milliardir krónur, skrivar Hagstovan.
Dýrari olja sæst aftur
Innflutningurin úr ES vaks næstan 220 milliónir krónur.
Oljuúrdráttir kostaðu 148 milliónum krónur meira og akfør 107 milliónur krónur meira.
Fiskavøruútflutningurin vaks slakar 1,6 milliardir krónur.
Útflutningsvirðið hjá flestu fiskavørunum, uttan á makreli og fiskamjøli, vaks.
Serliga til Kina er útflutningurin vaksin sera nógv.























