Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins

Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaðurin í mentamálum, hevur júst handa Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinnu, Sømdargávu landsins
Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, saman við manninum Tordur Niclasen
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2026 - 20:10

Sigrun Gunnarsdóttir hevur listarligar gávur sum fáur. Listin er hjartaslátturin í gerandisdegnum hjá Sigruni – ein støðug megi, sum hon áhaldandi skapar úr og gevur víðari.

Sigrun er útbúgvin á kongliga danska listaháskúlanum í árunum 1973-1980.

Við sínum sermerkta, livandi og symbolska myndamáli nemur Sigrun við lívsins stóru spurningar um menniskju og náttúru, lív og deyða. Gjøgnum listina sigur hon søgur og megnar at lýsa tað stóra í tí smáa. Myndevnini fáa nýtt lív og dýpi í hennara verkum. Sigrun er ein undangongukvinna og skapar list á høgum støði, ið bæði fangar eygað og talar beinleiðis til hjartað.

Fyri sítt framúrskarandi myndlistarliga virki fær Sigrun Gunnarsdóttir Sømdargávu landsins.


Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, takkaði fyri Sømdargávu landsins (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sømdargáva landsins verður latin listafólki, sum hevur útint týðandi listarlig avrik og givið eitt virðismikið íkast til føroyskt lista- og mentanarlív. Gávan er 20.000 krónur um árið og verður latin listafólkinum, so leingi tað er á lívi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302