- Tíðindi, mentan og ítróttur
MONO: R.E.M. var alt í einum fangandi, álvarsamt, hugtungt og lættsint

Síðst í sjeytiárunum er amerikanski býurin Athens, í statinum Georgia, ein tiltikin lestrarbýur, sum er á tremur við ungum lesandi og einum lívligum mentanarlívi.
Hin ungu Michael Stipe vitjaði ofta í væl umtókta plátuhandlinum Wuxtry Records í býnum, sum enn er virkin tann dagin í dag, og har hittir Michael Stipe gittar- og tónleikanørdin Peter Buck, sum arbeiðir í handlinum. Teir báðir finna skjótt út av, at teir hava áhuga fyri nógvum at tí sama tónleiki, tí Stipe keypir allar tær pláturnar í handlinum, sum Buck hevur ætlað til sín sjálvs.
Talan er um punkrokk-plátur við eitt nú Pattie Smith, Television, Velvet Underground og øðrum, men eisini plátur innan fyri tað, ið verður rópt proto-punk. Hetta er nógv av tí, sum slóðaði fyri punkinum og punkrokkinum, eitt nú plátur við bólkum sum The Stooges og MC5
Ein løtumynd í Wuxtry Records í Athens tíðliga í nítiárunum (Mynd: Wuxtry Records á Facebook)
Hjálpti at vera sambrýntur
Stipes og Buck vóru eisini skjótir at umrøða møguleika at stovnað ein tónleikabólk, og umvegis eina felags vinkonu, Kathleen O'Brien, komu teir í samband við Mike Mills og Bill Berry. Teir báðir vóru vinmenn og vóru fluttir úr býnum Macon til Athens, fyri at lesa á lærda háskúlanum UGA. Teir høvdu verið virknir á tónleikapallinum í heimbýnum, og spældu eisini sama í einum øðrum lokalum bólki í Athens um hetta mundið.
Micheal Stipes hevur greitt frá, at fyrsta inntrykkið av Mike Mills var einki serligt, tí hesin annars so ordiligi ungi maðurin var dýrandi fullur, tá teir hittust. Hinvegin fall hann fyri tí sannroynd, at Bill Berry var sambrýntur, ið hann helt vera sjarmerandi, og tað bleiv avgerandi fyri, at R.E.M. yvirhøvur bleiv til.
Teir fýra byrjaðu við at spæla tøkuløg, fyri at menna samanspælið, men skrivaðu eisini egnar sangir, fyri at royna tónlistarliga samstarvið. Hetta samstarvið vísti seg at rigga fyrimyndarliga væl heilt frá byrjan av.
Til fyrstu konsertina, sum var til føðingardagin hjá áðurnevndu Kathleen O'Brien 5. apríl 1980 í eini fyrrverandi kirkju í Athens, høvdu teir framvegis ikki funnið eitt navn til bólki. Men tá teir spældu næstu konsertina, tvær vikur seinni, vóru teir komnir ásamt um navnið R.E.M.
Í fýra Mono-sendingum sigur Hergeir Eldevig søguna um alternativa amerikanska rokkbólkin R.E.M.
R.E.M. frá vinstru: Peter Buck (gittar), Mike Mills (bass), Michael Stipe (sang) og Bill Berry (trummur) (Mynd: Shutterstock.com)
Hví heldur tú, at tað er neyðugt at gera eina Mono-sendirøð um R.E.M.?
»Fyrst og fremst tí at eg haldi, at R.E.M.var ein fantastiskur bólkur. Bólkurin er semi-kendur orsakað av stóru hittunum, men eg haldi so avgjørt, at har er so nógv annað grivið undir yvirflatuni, ið eg havi varhugan av, at fólk ikki ordiliga vita um. Tað er skilligt, at fólk hava hug at viga bólkar út frá sangum, sum ferðast á popp-tindunum, og har er R.E.M. neyvan nakað undantak, tí hittini eru mong, og fleiri av útgávunum eftir 1991 høvdu meira enn bert tað eina hittið.
»Men útgávurnar og bólkurin er meira enn bara tað. Heilt frá fyrstu EP’ini "Cronic Town" frá 1982 hoyrast ílegurnar til hvagar bólkurin var á veg. Og tað er áhugavert at hoyra, hvussu bólkurin bara mennist og menninst fyri hvørja útgávu. Eisini er vert at geva gætur, hvussu R.E.M. velur ikki at mjólka ta sannroynd, at bólkurin gjørdist alsamt meira populerur. Teir velja fleiri ferðir tilvitað at ganga aðrar leiðir tónlistaliga, enn tær mest uppløgdu. Og paradoksalt nokk, so er tað júst tí, at teir enda við at klóra seg so høgt upp á popptindarnar.«
»R.E.M. var eisini fyrsti bólkur, sum eg ordiliga kundi tosað við mína væl eldri systur um tá.«
Hergeir Eldevig, Mono-vertur
»Men eg haldi, at popp-vágskálin ger R.E.M. órætt, og tað vil eg fegin hjálpa fólki við at blíva tilvitað um. Um fólk ikki orka annað enn dovið at døma R.E.M. sum ein poppbólk, so tími eg væl at nørdast teirra vegna og kveikja áhugan fyri, at fólk fara av geva tónleikinum hjá bólkinum meira ans. Har er ríkiliga nógv forkunnigt og áhugavert at kava niður í.«
»At limirnir í bólkinum í 2011 valdu at fara hvør sín veg spælir eisini inn í áhuganum at taka saman um hendan risavarðar í tónleikasøguni.«
Hvar stavar tín áhugi fyri REM frá?
»Sum so mong við mær, so varnaðist eg fyrst R.E.M. á MTV. Tað mann hava verið "Loosing My Religion" og "Shiny Happy People" av "Out Of Time", ið fangaðu mín áhuga. Men eg var altíð ein sum vildi grava eitt sindur djúpri. Eg minnist, hvussu sangurin "Country Feedback" av somu "Out Of Time"-útgávuni kveikti mín áhuga fyri at kanna R.E.M. nærri. Tá so "Automatic For The People" kom í 1992, var eg heilt seldur.«
»Fyrst vóru tað tey sera fangandi løgini, sum hugtøku meg. Og alt var bundið saman við einum sermerktum og tiltiknum R.E.M.-ljóði. Tað var bæði fangandi og álvarsamt. Politiskt og lætt. Hugtungt og lættsint. Samanrenningar, sum veruligt gjørdu tað lætt at kava niður í tung evnir.«
Band skapti samband við systrina
»R.E.M. var eisini fyrsti bólkur, sum eg ordiliga kundi tosað við mína væl eldri systur um tá. Og tað minnist eg eisini sum eitt gott band at hava okkara millum. Hon átti eisini "Automantic" á kassettubandi.«
»R.E.M. hevur eisini havt eina sera forvitnisliga menning sum bólkur. Frá tí at at teir mentust í undirgrunds-college-radio-umhvørvinum, til teir spakuliga slóu ígjøgnum og náddu hæddunum á MTV og altjóða pop-listunum. Hóast alt hetta, so hevur teirra tónleikur altíð hava fleiri elementir enn júst tað, sum kom undan kavi og endaði á hitt-listunum. Og tí er R.E.M. ein bólkur, sum veruliga lønar teimum, sum tíma at nørdast í teirra tónleiki - ella at lurta eftir onkrum, sum tímur at nørdast fyri tey.«
Hergeir Eldevig, vertur í Mono-røðini um R.E.M
Hvat: Mono - R.E.M.
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudag kl. 15.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Aðrar Mono-røðir: Passions Just Like Mine, Føroyskar perlur, Ein sangferð í Europa, Kvinnur í countrytónleiki, Føroysk táttayrking, Argentinskur tangotónleikur































