- Tíðindi, mentan og ítróttur
EM-bakkast: Súna ikki við til endaspælið

Knæskadda Súna Krossteig Hansen verður ikki við í føroyska landsliðshópinum til EM-endaspælið í Póllandi í desember.
Bakspælarin fekk ein skaða í knæið í september, og hon nær ikki at gerast til reiðar, sigur hjálparvenjarin Simon Olsen undan venjingardystinum ímóti Eysturríki í dag.
- So vit fara at mangla ein týðandi spælara, sigur hann, og tí verður arbeitt við øðrum loysnum til føroysku bakketuna, har Súna Krossteig Hansen vanliga spælir saman við Janu Mittún og Mariu Pálsdóttir Nólsoy.
- Tað merkir, at onkur onnur skal vera til reiðar at taka hennara leiklut, og at meir ábyrgd fer at liggja á øðrum spælarum í staðin, og tað uppgávuna mugu vit taka, sigur Simon Olsen.
Talan er um stórt bakkast fyri Føroyar, sum ivaleyst hava sum mál at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, har Ukraina, Frakland og Pólland verða mótstøðuliðini ávíkavist 5., 7. og 9. desember.
Súna Krossteig Hansen, sum skifti til montonegrinska felagið Budućnost í summar, er sera stinn í ein ímóti einari-spælinum í álopinum, og júst teir eginleikarnir verða torførir at finna aðrastaðni í føroyska hópinum.
Føroysku hondbóltskvinnurnar spæla tveir venjingardystir ímóti Eysturríki hesa vikuna. Tann fyrri verður í dag klokkan 17 og kann síggjast á portal.fo.

























