Grøn orka: Ampagjaldið er størsti trupulleikin

Grøn orka: Ampagjaldið er størsti trupulleikin
Gjaldið er strikað, men okkurt slag av endurgjaldi má latast fyri øki, har vindmyllur verða settar upp, var sagt í Breddanum fyrrapartin
Terji Nielsen, menningarleiðari á SEV, var í Breddanum fyrrapartin.
 
23.10.2026 - 13:26

Størsti trupulleikin í dag fyri at sleppa víðari við grønu orkuútbyggingini, er tað sonevnda ampagjaldið, sum er strikað.

Tað segði Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, í Breddanum fyrrapartin. 

Tað kostar SEV og vanliga brúkaranum nógvan pening, um fleiri vindmyllur ikki verða settar upp, og SEV tí noyðist at halda fram at brúka olju, sigur Terji Nielsen.

Sigurð í Jákupsstovu, stjóri a Umhvørvisstovun, sigur, at tað er átrokandi at fáa greiði á, hvat eigarar skulu fáa afturfyri at lata lendi til vindmyllur.

 


Eyðdis Hartmann Niclasen. 

 

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, sigur, at higartil er rindað ov nógv í ampagjaldi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23102026_Ampagjald

 

Allur Breddin kann hoyrast her. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723