- Tíðindi, mentan og ítróttur
-Vit eiga at rudda upp í Føroyingahavnini

Søgan um Føroyingahavnina røkkur 100 ár aftur í tíðina. Í 1920'inum fóru føroyskir fiskimenn at leita eftir nýggjum leiðum undir Grønlandi, og út frá hesum virksemi kom ein útgerðarstøð, sum seinni fekk navnið Føroyingahavnin. Ein góð náttúruhavn í Kangerluarsoruseq fjørðinum, umleið 50 kilometrar sunnan fyri Nuuk. Ein orsøk til hetta stigið var, at føroyingar høvdu ikki loyvi at fara inn í grønlendskar havnir at landa og virka. Danska yvirveldið í Grønlandi loyvdi tí ikki.
Eftir seinna heimsbardaga øktist áhugin at fiska við Grønland. Burtur úr hesum kom ein nýggj fiskivinnuhavn, stutt frá Føroyingahavnini. Tað vóru normenn, danir og føroyingar, sum í 1953 stovnaðu A/S Nordafar. Henda nýggja havnin hevur síðani verið nevnd Føroyingahavnin, meðan gamla upprunahavnin longri inni á firðinum millum manna hevur borið heitið "Gamla Føroyingahavnin."
Seinni fara normenn og danir burtur úr Nordafar, meðan føroyingar hildu fram á støðini. Virksemið minkaði fyrst í áttatiárunum, og í 1989 fór Nordafar A/S á húsagang.
Vágamaðurin Jørmund Vágadal var stjóri í Nordafar, árini 1982-84. Í hesi samrøðuni greiðir hann frá síni tíð í Føroyingahavnini. Eisini sær hann myndirnar, sum vísa støðuna í dag.
Tvær frágreiðinginar eru gjørdar um Føroyingahavnina síðstu árini. Í 2018 skrivaði ein serfrøðingabólkur eitt tilmæli til landsstýrið um, hvat eigur at vera gjørt við Nordafar. Frágreiðingin er HER.
Árið eftir, í 2019, gjørdi grønlendska tjóðsavnið eina frágreiðing, sum lýsir, hvørjum standi gomlu bygningarnir eru í. Frágreiðingin er HER.
Í 1997 gjørdi Sjónvarp Føroya eina sendirøð um føroyska virksemið í Grønlandi. Høgni Hoydal, sum tá arbeiddi sum journalistur í Sjónvarpinum, legði sendingarnar til rættis saman við Bjarnheðin í Hoyvík, fotografi.
Tær fimm sendingarnar um Grønland eru at finna her:
Kollvelting í oyðimørkini (4:5)
Í 2019 vitjaði Kringvarpið aftur í Føroyingahavnini. Journalisturin Kári Mikkelsen og fotografurin Jens Jákup Hansen gjørdu hesa sendingina:



























