Klárt at handa mentanarvirðislønir landsins í Messuni í Sørvági

Klárt at handa mentanarvirðislønir landsins í Messuni í Sørvági
Kringvarp Føroya sendir beinleiðis úr Messuni í Sørvági í kvøld kl. 20, tá mentanarvirðislønir landsins verða handaðar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2026 - 19:53

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, handar virðislønirnar, sum verða latnar listafólki og mentafólki fyri serlig listarlig avrik og íkast til føroyska mentan, list og mentanararv.

Tríggjar virðislønir verða latnar umframt sømdargávu landsins.

Mentanarvirðisløn landsins er 150.000 krónur og verður latin føroyskum mentafólki sum viðurkenning og tøkk fyri eitt serligt listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur. Hon verður latin persónum, sum hava gjørt eitt týðandi arbeiði fyri at styrkja og fremja mentanarlig virði innan føroyska mentan, list og mentanararv.

Virðislønin til ungt listafólk er 50.000 krónur og verður latin ungum listafólki, sum hevur sýnt serlig listarlig evni og gjørt vart við seg á sínum listaøki. Endamálið er at viðurkenna og stuðla ungum listafólki og eggja teimum til framhaldandi listarliga menning og virksemi.

Sømdargáva landsins verður latin listafólki, sum hevur útint týðandi listarlig avrik og givið eitt virðismikið íkast til føroyskt lista- og mentanarlív. Gávan er 20.000 krónur um árið og verður latin listafólkinum, so leingi tað er á lívi.


Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334