Í myndum: Mentanarlig messa í Messuni

Nýggja mentanarhúsið í Sørvági, Messan, var karmur um handanina av mentanarvirðislønum landsins 2026. Sigast kann ikki annað, enn at Messa stóð royndina til UG.

Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna av Eiði, og maðurin Tordur Niclasen, áðrenn Sigrun fekk handað Sømdargávu landsins. Sigrun fekk Mentanarvirðisløn landsins í 2021, tá handanin var í Løkshøll í Runavík.

Páll Danielsen frá Kringvarpi Føroya var bæði vertur og samskipaði tignarliga hátíðarhaldið í Messuni, sum eisini bleiv víst beinleiðis í sjónvarpinum. 

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, var somuleiðis vertur og handaði mentanarvirðislønirnar vegna Føroya fólk. 

Kári Bæk, tónaskald, saman við konuni Marju Bæk, presti. Kári Bæk fekk Heiðursgávu landsins 2026. 

Handanin av mentanarvirðislønum landsins er almenn og nógv fólk vóru møtt upp í Messuni til handanina. 

Gunnvá Zachariasen, leiklistakvinna, ið fekk handað Mentanarvirðisløn landsins, eina friðsæla løtu, áðrenn sjálva handanina. 

Ein týðandi partur av handanini av mentanarvirðislønum landsins eru ymiskar tónleikaframførslur. Vibra er ein nýstovnað strúkikvartett, kvinnað av fýra tónlistakvinnum, sum allar eru útbúnar frá musikkonservatorium kring heimin. 

Joan Højgaard spælir violin í Vibra. 

Angelica Hansen spældi viola við Vibra í Messuni fyri Biritu Dam. Birita Dam var stødd í Reykjavík, har hon spældi við Eivør í Hørpuni. Kristina á Váli spælir fast sello í Vibra. Munurin á einari viola og einari violin er, at viola er eitt sindur størri. 

Heiðrun Petersen spælir eisini violin í Vibra. 

Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, takkaði fyri, at hon nú er komin á fíggjarlógina, eftir at hon fekk handa Sømdargávu landsins. Sømdargávan er 20.000 krónur um árið restina av lívinum. 

Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinna, fegnaðist í sínari takkartalu eisini um, at hon sum kvinna er við til at pynta upp á kynsjavnvágina í mentanarviðkenningar landslagnum í Føroyum

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, gjørdi vart við, at við sínum sermerkta, livandi og symbolska myndamáli nemur Sigrun í sínari list við lívsins stóru spurningar um menniskju og náttúru, lív og deyða. 

Magnus á Stongum, tónlistamaður, ið vit kenna úr Tinganest, framførdi tveir sangir. 

Gunnvá Zacharias, leiklistakvinna, bar soninum Eliasi eina sera heilsan í sínari takkartalu, tí hann var "heimsins tonlasta barn".

Messa var ein tignarligur karmur um handanina av mentanarvirðislønum landsins, sum Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, handaði vegna landsstýrið og Føroya fólk. 

Ein rørd Gunnvá Zachariasen, leiklistakvinna, takkar fyri Mentanarvirðisløn landsins. 

Tað sást á øllum brøgdum, at tað kravt nógv stríð og strev av Gunnvá Zachariasen og hennara nærmastu, at hennara íkast til leiklistina í Føroyum nú varð heiðrað. 

Kári Bæk og hansara nærmastu. 

Sanna Bæk, abbadóttir Kára Bæk, fraførdi nýggja sangin "Heystið", ið Kári hevði skrivað til høvið. Orðið átti Sólrún Michelsen.

Messan og Sanna Bæk stóðu royndina væl og virðiliga

Kári Bæk, tónaskald, og Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, við Heiðursgávu landsins. 

Kári Bæk, tónaskald, lat tónleikin tala, tá hann takkaði fyri Heiðursgávu landsins 2026. Hann hevði skrivað ein sang til abbadóttrina Sannu at syngja. 

Eitt av lokalu innsløgunum var dugnaliga Torfríð Tavsen, ið hevur fingið eitt gjøgnumbrot við sanginum "Huldukonan". 

Torfríð hevur greitt frá, at sum smágenta lærdi hon kvæðið um "Seyðamannin á Sondum", og at hon minnist, at henni altíð tókti so synd í huldukonuni, sum misti stakkin. Nú hevur hon skrivað ein sang, ið sigur søguna úr hennara sjónarhorni.

Í sínari framførslu, royndi Tórfríð Tavsen við kroppi, rørslum og andlitsbráði at fortelja søguna og bera fram tær kenslur, sum huldukonan upplivir. Ein hugtakandi og vøkur løta. 

Páll Danielsen, vertur og samskipari. 

Eli Tausen á Lava, tónaskald, takka fyri at honum var un virðislønina til ungt listafólk. 

Sunnleif Rasmussen, tónaskal, hevur verið eitt slag av meistara fyri Eli Tausen á Lava. Í sínari kvøðu til Eli, staðfesti meistarin, at lærlingurin hevur livað upp til allar vónirnar. 

Eli Tausen á Lava, tónaskald, og Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður, við Virðisløn til ungt listafólk 2026.

Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvági.

Vágakórið fekk heiðurin at enda kvøldið. 

Øll tey, ið vóru heiðrað, tá virðislønir landsins 2026 vóru handaðar: F.v. Eli Tausen á Lava, Sigrun Gunnarsdóttir, Gunnvá Zachariasen og Kári Bæk. 

Er kopiera