Peningastovnarnir 286 mió. í avlopi fyrra hálvár eftir skatt

Peningastovnarnir 286 mió. í avlopi fyrra hálvár eftir skatt
Peningastovnarnir hava sett av tað, sum svarar til 3,5 prosent av útlánunum til vinnukundar, til møgulig tap í ár.
286 milliónir lógu eftir á botnlinjuni hjá peningastovnunum eftir skatt fyrra hálvár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.10.2026 - 11:10

Peningastovnarnir í Føroyum høvdu 286 mió. kr. í avlopi eftir skatt í fyrra hálvári.

Tað sigur Landsbankin.

Hetta er eitt vet minni enn í fyrra hálvári 2025, tá tað var 320 mió. kr. 

Í fyrra hálvári í ár hevði Betri banki 141 mió. kr. í avlopi, Føroya banki 125 mió. kr., Norðoya sparikassi 18 mió. kr. og Suðuroyar sparikassi tvær milliónir.

 

 

Peningastovnarnir hava sett av tað, sum svarar til 3,5 prosent av útlánunum til vinnukundar, til møgulig tap í ár.

Í fjør mistu peningastovnarnir einki av útlánum til vinnukundar. 

Peningastovnarnir hava sett av 0,7 prosent móti tapi av útlánum til húsarhald.

Í fjør vóru tapini 0,1 prosent, skrivar Landsbankin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851