- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólk ganga minni til sjónleik enn fyrr
Í ár fyllir Sjónleikarhúsið í Havn hundrað ár. Havnar sjónleikarfelag eigur og rekur Sjónleikarhúsið í Miðbýnum í Havn.
- Hetta eru eini rúmlig høli, sum er eftirspurt, og sum vit ynskja at fáa brúkt so nógv sum møguligt, men tað verður tað kanska ikki.
Tað sigur Jákup Dahl Wardum, formaður í Havnar sjónleikarfelag.
- Vit plaga at leggja okkum eftir at hava ein heystleik, sum liggur um oktobur-novembur. Onkuntíð, um tað er eitt sindur seinri, so verður tað eisini til jólaleik. Men er tað nóg tíðliga, so royna vit at hava ein jólaleik eisini, ella okkurt til jóla. Høvdu vit havt møguliga til at havt fleiri leikir, so høvdu vit havt fleiri leikir.
Færri fólk fara út og til sjónleik
Men fólk eru ikki líka røsk at ganga til sjónleik, sum tey vóru fyri nøkrum fáum árum síðan.
- Tað er ringt at fáa fólk út og oman í húsið. Tað er kanska serliga nú aftan á koronu hevur mann eitt lyndi til at halda, at ókeypis undirhaldið í lummanum við telefonini ella á skíggja heima ger, at fólk ikki ordiliga bara fara út. Sama prátið hevði mann í 1970-árunum, tá ið sjónvarpið kom, so tað er ikki nýtt.
Og tað kostar pengar at seta sjónleikir upp. Eisini hjá Havnar sjónleikarfelag, sum ikki fæst við yrkisleiklist.
- Tað kostar so og so nógv at fáa leikstjóra. Tað kostar so og so nógv at fáa ein pall gjørdan. Ljós. Og mann fer í gongd tá mann er nóg vísur í, at hetta er tað rætta, at hetta er tað, sum fólk tíma at hyggja eftir. Og vit vænta at fáa nógv av áskoðarum inn. Tað er bara ikki altíð, at tað melur runt, tá ið mann kemur til seinasta dag. Og tað er øgiliga tungt fyri felagið, sum eisini hevur hetta flotta húsið, ið tað skal varðeita.
Sí innslag úr Degi og viku.






















