Avgerandi at Evropa eisini er við í friðarsamráðingunum

Avgerandi at Evropa eisini er við í friðarsamráðingunum
Tað er avgerandi, at Evropa eisini er við í friðarsamráðingunum millum Russland og Ukraina, sigur Tór Marni Weihe, ph.d.-lesandi í verju- og trygdarpolitikki
Tór Marni Weihe er ph.d.-lesandi í verju- og trygdarpolitikki og kønur í russiskum viðurskiftum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
27.10.2026 - 18:58

- Tað er avgeraandi, at Evropa eisini er við í friðarsamráðingunum millum Russland og Ukraina.

Tað sigur Tór Marni Weihe, ph.d.-lesandi í verju- og trygdarpolitikki og kønur í russiskum viðurskiftum, nú danski forsætisráðharrin leggur Noreg og Finnland undir at ganga egnar leiðir eftir at hesi bæði londini í morgun vóru á telefonfundi við russiska forsetan.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, segði seg ikki vera kunnaða um fundin.

Men norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, vísir á, at sameind, - eisini Danmark, vóru kunnað um telefonfundin við Putin.  

- Norðurlond hava eftir øllum at døma ikki somu fatan av støðuni, sigur Tór Marni Weihe, sum tó væntar, at viðurskiftini koma í rætt lag aftur.

Hoyr samrøðu við Tór Marna Weihe í útvarpstíðindunum

1840648


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334