- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ein maður deyður á sjónum seinasta árið

Ein maður er deyður á sjónum hetta seinasta árið, síðani minningarhald teirra sjólátnu var í fjør.
Tað var Eyðfinn Rólant Johansen úr Miðvági, sum doyði 14. desember um borð á trolaranum Stelki.
Hann var 69 ára gamal.
Minningarhald teirra sjólátnu verður sunnudagin, alla halgannadag.
Almenna minningarhaldið verður í Vinnuháskúlanum í Havn klokkan 14.
Sjómansmissiónin skipar fyri.
Løgmaður talar
Á minningarhaldinum talar løgmaður og Heri Joensen, prestur, hevur andakt.
Síðani leggur løgmaður krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn.
Og gudstænasta verður í Dómkirkjuni klokkan 20.
Tey, sum verða nevnd á almenna minningarhaldinum, eru skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum, og hava latið lív í yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku.
Nevnd við umboðnum fyri manningarfeløgini, Reiðarafelagið, Vørn, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna, Sjómansmissiónina og fólkakirkjuna ger av, hvør skal nevnast.



























