Óheft russiskt blað letur aftur

Óheft russiskt blað letur aftur
Russiskir myndugleikar hava lagt Novaya Gazeta undir at vera útlendskur agentur
 
30.10.2026 - 11:19

Óhefta russiska blaðið, Novaya Gazeta, letur aftur.

Tað stendur á heimasíðuni hjá blaðnum í dag.

Russiskir myndugleikar løgdu fyrr í heyst blaðið undir at vera útlendskur agentur.

Novaya Gazeta gav fyrsta blaðið  út í 1993, og er kent fyri gravandi journalistikk og fyri tíðindi, sum finnast at russiskum myndugleikum.

Journalistarnir a blaðnum hava fleiri ferðir verið fyri hóttanum, álopum og drápsroyndum. 

Seks starvsfólk eru dripin.

 

Blaðstjóri fekk friðarheiðursløn Nobels

Í 2021 fekk táverandi høvuðsblaðstjórin á blaðnum, Dmitrij Muratov, friðarheiðursløn Nobels.

Í fráboðan á heimasíðuni hjá blaðnum stendur, at tað er "dripið", og at virksemið verður stongt 9. november.

- Vit doyðu ikki, men teir drupu okkum - saman við grundlógini. Vit kunnu bara flenna at grein 29 í grundlógini, sum er forboð fyri sensuri, sigur Dmitrij Muratov, høvuðsblaðstjóri í viðmerking til fráboðanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672