07 Vestur fekk svartaper - AB og Skála yvirlivdu í Meistaradeildini

07 Vestur fekk svartaper - AB og Skála yvirlivdu í Meistaradeildini
AB vann á 07 Vestur við tógvi stríð, meðan Skála fekk øll stigini við Margáir, og tí mugu vágamenn takka fyri seg í Meistaradeildini fyribils
AB bjargaði sær plássið í Meistaradeildini við sigri á 07 Vestur inni í Vika
Mynd: Leit/Finnur Justinussen  
 
31.10.2026 - 19:38

Lagt var upp til niðurflytingargýsara á Argjum, men tað avgerandi, sum hendi, hendi mestsum beinanvegin inni í Vika millum AB og 07 Vestur.

Sjúrður Henriksen, sum varð kosin besti spælarin afturi í apríl eftir dreymabyrjan hjá AB, var aftur upp á spæl, nú argjamenn spældu fyri lívinum.

Hann legði heimaliðið framum, longu tá fýra minuttir vóru spældir, og hvussu so 07 Vestur blásti, eydnaðist ikki at bróta treisku AB-verjuna niður, hóast trýstið á málið var stórt eftir steðgin.

Tí kundu Øssur Hansen og spælararnir fegnast saman við viðhaldsfólkunum, meðan vágamenn skulu niður í 1. deild saman við B68.

 

Skála bjargaði sær tíðliga

Skála var eisini í vanda fyri at flyta niður, men niðurflytingaróttin var mestsum horvin, tá fyrri hálvleikur var spældur.

Jákup Pauli Frederiksberg legði útiliðið framum, tá níggju minuttir vóru spældir, og beint fyri steðgin økti Silas Gaard til 2-0. Soleiðis endaði eisini, og bæði Skála og AB yvirhálaðu EB/Streym á stigatalvuni.

Einki stórvegis broyttist aðrastaðni. KÍ og Víkingur fingu eitt stig í part, meðan B36 vann á HB í grannauppgerðini. Sjáldan munnu hesu fýra feløgini hava fingið so lítið uppmerksemi. 

NSÍ vann 3-0 á Svangaskarði og setti punktum fyri meistaraárið við heiðursmerkjum og steypi, sum Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen tóku ímóti í felag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688