- Tíðindi, mentan og ítróttur
Benjamin Rajani setur orð og tónar á lívið hjá ungum menniskjum

Tónlistarliga grør um gangandi fót hjá sangaranum og sangskrivaranum, Benjamin Rajani.
Í mars í fjør gav hann út sína fyrstu heildarútgávu "Tá hvørt ljós líkist tær", sum varð tilnevnd til eina FMA-heiðursløn sum "Ársins útgáva".
Benjamin Rajani er longu nú, bara eitt stórt ár seinni, klárur við aðru heildarútgávu sínari, ið hevur fingið hóskandi heitið "Onkustaðni er ein viðarlund". Á nýggju plátuni eru 10 sangir á føroyskum, ið ferðast ferðast millum indie-rokk og indie-popp.
Plátan er framleidd í samstarvi við Esben Svane (Kalaset) og ljóðblandað og mastererað av Brian Mørk Hansen (Guldimund, Brimheim).
Fríggjadagin klokkan 13 er Benjamin Rajani gestur í LEITISSTEIN Live í útvarpinum.
Mynd: August Vinther
Hvat er hetta fyri ein pláta?
»Á plátuni eru 10 føroyskir sangir. Hetta eru sangir, sum seta orð og tónar á lívið hjá ungum menniskjum í einum samfelagi, har individualisering, væntanir og trýst fylla nógv. Sangirnir viðgera evni sum samleika, líðing, stríð, trúgv og leitanina eftir einari kós í lívinum. Sangirnir taka bæði støði í mínum egnu upplivingum sum ungur, men eisini í eygleiðingum.«
Nú er ikki so langt síðani, at tú gav út debutplátuna "Tá hvørt ljós líkist tær" í mars 2025. Tað gongur við rúkandi ferð í løtuni. Hvussu ber tað til?
»Eg elski at skriva sangir, og havi nógv tilfar liggjandi, sum eg havi býtt sundur í ymisk evnir. Fyrsta plátan hevði evnið "relatiónir", meðan hendan hevur temaið "at finna sín samleika".
Kanska nógvir tankar hava koyrt í heysinum hesi seinastu árini, og tá kann tónleikurin vera ein góður miðil at fáa tað út.«
Mynd: August Vinther
Hvat vilt tú siga okkum við hesari plátuni?
»Heitið á plátuni "Onkustaðni er ein viðarlund" vísir á, at tað finst ein vón og eitt friðskjól í stríðnum og meldrinum. Eg vili, at onnur skulu føla, at tey ikki eru einsamøll við sínum truplu kenslum, og at tað verður betri. Eg vil eisini at fortelja eitt sindur av míni egnu søgu, m.a. við at vísa á, at Jesus hevur verið mín vón og hjálp.«
Hvussu vilt tú lýsa tónleikin hjá tær á "Onkustaðni er ein viðarlund"? Er tað eitt forleingilsi av "Tá hvørt ljós líkist tær" ella brýtur hon frá?
»Tónleikurin á hesi plátuni er nógv meira "ekstrovertur" enn á tí fyrstu. Her er meira futtur í, meira poppur og rokkur, og so eru tekstirnir øðrvísi. Eg brúki meira humor og sjálvspei á hesi plátuni, og tekstirnir eru meira eygleiðandi og samfelagskritiskir. Ljóðmyndin á fyrstu plátuni var organisk og akustisk, meðn hendan er meira elektronisk. Tað er tó enn sami framleiðari, Esben Svane.«
"Heitið á plátuni "Onkustaðni er ein viðarlund" vísir á, at tað finst ein vón og eitt friðskjól í stríðinum og meldrinum."
Benjamin Rajani, tónlistamaður
Hvussu fert tú at feira útgávuna? Nú hevur tú givið tvær plátur út upp á hálvtannað ár. Har er nógv tilfar til eina konsertferð?
»Eg spæli eina útgávukonsert í Reinsarínum leygarkvøldið 2. januar. Hetta verður nokk síðsti møguleiki at hoyra mín tónleik við stórum bólki komandi tíðina. Eg havi fingið at vita, at bilettsølan gongur væl, so vit vóna, at fleiri keypa sær atgongumerki í jólagávu, og at tað verður útselt.«
Hvat er málið við tónleikinum? Øll vita, at tað er ikki bara bara at geva plátur út.
»Eg havi nakrar tónleikaligar meginreglur. M.a. at útgeva tónleik, sum eg haldi er góður, við tekstum, sum eg kann standa inni fyri. Eg vil ikki blíva kendur, ella at spæla konsertir kring heimin. Eg vil skriva á føroyskum, og vil geva fólki nakað, sum kann geva gleði, ugga og uppbygging. Sum tú sigur, er tað ikki bara-bara at geva plátur út. Tað tekur hundraðtals tímar, og serliga tað fíggjarliga er trupult at fáa at hanga saman. Um ikki fyritøkur og grunnar stuðlaðu, hevði tað ikki borið til. So teimum vil eg senda eina stóra tøkk.«
Mynd: August Vinther
Hvat: LEITISSTEIN
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjadag kl. 13, ella tá tað passar tær á KVF Ljóð
Næstuferð: Benjamin Rajani
Herfyri var Benjamin Rajani beinleiðis í Studio 5 og framførdi.
Framførslan kann hoyrast á KVF Ljóð HER.






























