Strandferðslan: Nýggj Rita verður liðug í 2029

Strandferðslan: Nýggj Rita verður liðug í 2029
Strandferðslan hevur havt framløgu fyri fíggjarnevndini
Soleiðis fer nýggja strandfaraskipið, sum skal avloysa Rituna, at síggja út.
Mynd: Strandferðslan  
 
03.11.2026 - 08:10

Verður nýggja skipið til Svínoyar og Fugloyar boðið út í februar næsta ár, - tá biðið verður um undangóðkenning og tilboð, og sáttmali gjørdur um bygging í juli, - verður skipið liðugt í juli 2029.

Tað tekur okkurt um seks vikur at tillaga útbjóðingartilfar. 

Óvist er, hvussu langa tíð klassagóðkenningarnar taka.

Tað hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Strandfaraskipum landsins.

Fíggjarnevndin hevur eisini fingið at vita, at tað fer at kosta 20 mió. kr. at viðlíkahalda Rituna.

Haraftrat kemur viðlíkahald næstu trý til fimm árini.

Strandfaraskip landsins hava sjey skip.

Miðalaldurin er 33,7 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717