Meira enn 50 ár í føroyskum fótbólti

Meira enn 50 ár í føroyskum fótbólti
Jens Midjord hevur verið dómari og dómaraeygleiðari í føroyskum fótbólti í meira enn hálva øld.
 
03.11.2026 - 12:10

Í meira enn 50 ár hevur Jens Midjord verið ein trúfastur partur av føroyskum fótbólti. Í 1975 tók hann dómaraprógv og fór undir at døma dystir í føroysku kappingini. Seinni gjørdist hann dómaraeygleiðari, og frá 1990 til 2023 eygleiddi hann meira enn 400 dystir í bestu føroysku deildini.

Herfyri varð Jens Midjord heiðraður av Fótbóltssambandi Føroya fyri drúgva og trúfasta tænastu í føroyskum fótbólti.

Í samrøðu greiðir hann frá, hvussu bæði fótbólturin og dómarayrkið hava ment seg gjøgnum árini. Fyrr var dómaraeygleiðingin meira merkt av at finna feilir, meðan eygleiðarin í dag eisini hevur ein vegleiðandi leiklut, har dómarin verður stuðlaður og hjálptur at menna seg.

Jens Midjord leggur dent á, at ein góður dómari ikki bara skal kenna fótbóltslógirnar, men eisini duga at leiða dystin, hava gott samband við leikararnar og halda høvdið kalt, tá trýstið er stórt.

Hann heldur, at tøkniliga menningin í fótbólti er góð, men ávarar samstundis ímóti, at menniskjaligi parturin av dømingini ikki má hvørva. Dómarar mugu eisini hava loyvi at gera mistøk.

Eftir meira enn hálva øld í fótbólti hevur Jens Midjord framvegis eina greiða áheitan til tey ungu: Takið dómaraskeið og roynið tykkum. Tað kann gerast ein áhugi, sum fylgir tykkum alt lívið.

a_6513-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928