
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

"Tónleikaliga vóru 90-ini eitt serstakliga spennandi tíggjuáraskeið, har nýggj rák tóku seg upp, gamlar siðvenjur vórðu avbjóðaðar, og tónleikurin á mangan hátt skifti ham."
Tað sigur Fróði Løkságarð, tónleikakønur, sum í fýra Mono sendingum fer at leita aftur í tíð og leggja 90’ini undir luppin.
Her heima verða tey fyrstu 90’árini ofta sett í samband við kreppu, fráflyting og eina tíð, tá tað mesta tóktist at ganga skeiva vegin. Tað vóru ár við trongum korum, óvissu og einum samfelag, sum knappliga misti fótafestið.
"Í so máta er tað kanska ikki so løgið, at júst grunge-tónleikurin gjørdist ein so týðandi partur av ljóðmyndini hjá okkum hesi árini."
Hví hevur tú valt at gera eina Mono-røð um tónleik í 90unum?
"Haldi tað fyrst og fremst er tí, at eg seinastu árini í størri mun hava leitað aftur til tónleik, sum kom út hesi árini. Tá tú ert mitt í tí, so sært tú tað kanska ikki á sama hátt, sum tá tú kanst síggja tað í einum størri perspektvi. Hugsi at hetta er eitt áratíggju, sum hevði nógv spennandi at bjóða upp á tónleikaliga, sum framvegis í dag er høgt í metum."
Hvat kunnu lurtararnir vænta av røðini?
"Av tí at tey ymisku rákini í 90-árunum vóru so ymisk, er lætt at býta tað sundur í fleiri sjálvstøðugar sendingar. Um vit hugsa um tíðarskeiðið, so var tað hesi árini, at vit bæði fingu grunge, britpop, Bristol-pallin og eina uppblomstran av alternativum rokki, har bólkar sum eitt nú Radiohead fingu nógva rúmd. Tað verður í stóran mun tað, sum fer at merkja hesar fýra Mono-sendingarnar."
Tað letur til, at tey yngri ættarliðini í dag hava tikið 90-ini til sín. Hetta hoyrist aftur í tónleikinum og sæst aftur í mótanum. Hví mann tað vera?
"Hetta seinasta er ein góður spurningur. 90-árini síggja í øllum førum út til at vera inn aftur. Hugsi at tað hevur nokk nakað við tað at gera, at fólk høvdu nógv upp á hjartað, og sum heimurin háttar seg í dag, er tað eisini tað, sum ger seg galdandi í dag. Tí er hetta nokk nakað yngra fólkið eisini kann identifisera seg við. Hetta er eisini seinasta áratíggju við nógvum stórum útgávum. Plátu-formatið hevði góðar dagar, og tað er kanska eisini ein leitan aftur til tónleik sum listagrein heldur enn bara brúkaramentan."
Mono um 90-árini: