- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljósmóðir: Óvirðiligar umstøður hjá barnakonum í Suðuroy
Ljósmóðir: Óvirðiligar umstøður hjá barnakonum í Suðuroy
Gestalonin, har barnkonur og familja gista í Havn, er í sera ringum standi

Barnakonur úr Suðuroy gista í Gestalonini, tá tær koma til Havnar at eiga.
04.11.2026 - 18:00
Bústaðarumstøðurnar hjá barnakonum úr Suðuroy, tá tær skulu til Havnar at eiga, eru óvirðiligar.
Tað sigur Bjørg av Rana, ljósmóðir.
Seinastu 10 árini hava barnakonur úr Suðuroy gist í Gestalonini á Landssjúkrahúsinum eina ella tvær vikur, áðrenn tær eiga.
- Men umstøðurnar í Gestalonini eru so vánaligar, at tú heldur, at tað er lygn, segði Bjørg av Rana í sendingini SALT í síðstu viku.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
04112026_Barnakonur_i_Suduroy
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























