
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Føroysku menninir livdu upp til krøvini frá hondbóltsfjøldini við Tjarnir við sannførandi stórsigri á Kosovo.
Óli Mittún flutti stórformin úr gulu og reyðu GOG-blusuni og í hvíta landsliðsbúnan og gekk á odda fyri flotta avrikinum í Hoyvíkshaganum.
Stóra lýtið var, at sigurin ikki var omanfyri 10 tíggju mál. Út á dystin vórðu alt ov nógvir kjansir misnýttir, men sum venjarin segði, so var avrikið gott, hóast allir bóltarnir ikki endaði í netmeskunum.
Nú ræður um at taka tað besta við sær til Montenegro, har stuðulin til heimaliðið er góður - og ágangurin á útiliðið er stórur.
Frálíkir fyri steðgin
Føroyska venjaratoymið hótti við nógvari renning frá byrjan, og fyrsta málið kom eisini eftir skjótt kontraálop undirskrivað av Ísaki Vedelsbøl, sum tók túrin.
Næstu løtuna fingu føroyingarnir bæði Leiv Mortensen og Hákun West av Teigum á máltalvuna, men munurin minkaði skjótt aftur og var tvey eftir fyrsta korterið.
Heimaliðið fekk alsamt betri tak á dystinum, men ein røð av misnýttum kjansum frá millum annað Teis Horn Ramussen og Vilhelmi Poulsen gjørdi, at føroyska leiðslan ikki vaks eins skjótt og hon átti.
Teir á útiliðnum troyttaðust kortini av føroyska trýstinum, og Óli Mittún koyrdi á teir við ótroyttiligum spæli. So líðandi gjørdust kosovomenninir eisini ørkymlaðir, mistu bóltar og misnýttu fyri opnum máli. Hinumegin skoraðu føroyingarnir frítt og fóru í umklæðingarrúmið við 20-13 leiðslu.
Brendu heldur illa í góðum avrikið
Byrjaðu føroyingarnir skjótt fyri steðgin, var ferðin uppaftur størri fyrst í seinna hálvleiki.
Óli Mittún helt fram, har hann slepti, við atsóknumog fríspælingum í hægsta stigi. Elias Ellefsen á Skipagøtu vísti eisini sítt spælskil fram við flúgvara til Vilhelm Poulsen, sum misnýtti.
Júst útimálverjin var einasta orsøkin til, at tað ikki gjørdist heilt ljótt hjá Kosovo beinanvegin. Føroyingarnir amaðust uppi ímóti eini tíggju máls leiðslu eina góða løtu, og Leivur Mortensen og Bjarni í Selvindi fingu heimaliðið upp á 11 miðskeiðis í hálvleikinum.
Stóra leiðslan gjørdi kanska, at heimamenninir kendu seg somikið tryggar, at fleiri upplagdir kjansir fóru fyri skeytið. Nógvu útskiftingarnar órógvaðu eisini rútmuna í spælinum heldur illa.
Júst tí tódnaði leiðslan niður í tey sjey, sum Føroyar vóru á odda við í steðginum. Besta løtan kom ímóti endanum, tá Pauli Høj skeyt sítt fyrsta A-landsliðsmál av vinstra vongi. Tað kundi verið meir, men stigini komu á kontu, og nú bíðar Montenegro á Balkan.
Við Tjarnir (EM-undankapping, 1. umfar)
Føroyar - Kosovo, 37-30 (20-13)
Føroyskir málskjúttar: Óli Mittún 8, Hákun West av Teigum 7, Leivur Mortensen 6, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5, Ísak Vedelsbøl 3, Allan Norðberg 2, Vilhelm Poulsen 2, Bjarni í Selvindi 1, Pauli Høj 1, Rói á Skipagøtu 1, Teis Horn Rasmussen 1