Væl nøgdur venjari fekk allar mans á vøllin

Væl nøgdur venjari fekk allar mans á vøllin
Peter Bredsdorff-Larsen fekk bæði í posa og sekk, tá Føroyar vunnu stórt á Kosovo og allir mans fingu kjansin við Tjarnir
04.11.2026 - 20:58

Føroyski landsliðsvenjarin var væl nøgdur eftir 37-30 sigurin á Kosovo við Tjarnir og góðu byrjanina upp á EM-undankappingina.

Gamaní, sigurin kundi verið størri, men allir mans fingu kjansin, og týdningarmiklastu spælararnir fingu hvíld áðrenn torføra útidystin ímóti Montenegro sunnudagin.

 - Tað vísir yvirskot, at vit kunnu loyva okkum tað, tí vit spæla um málmun. Vit skulu ikki bara vinna, vit skulu vinna stórt, so tað var fínt fyri liðið, segði Peter Bredsdorff-Larsen eftir dystin.

Nú ræður um at fyrireika seg væl til dystin ímóti Montenegro sunnudagin.

 - Nú ræður um at fáa røttu hvíldina og fáa skrivað eina rúgvu av autografum, segði venjarin og vísti til gravgangin eftir spælarunum frá børnunum við Tjarnir.

 - Vit skul eta væl, sova væl, og so byrja vit í friði og náðum í morgin. Vit skulu á skúlavitjan, og so byrja fyrireikingarnar av álvara, segði Peter Bredsdorff-Larsen, sum ikki hevur roynt at tapt á heimavølli í umleið fýra ár.

Fríggjadagin flýgur liðið til Montenegro, og sunnudagin klokkan fimm er aftur dystur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210