- Tíðindi, mentan og ítróttur
Smyril fer at krevja nógvar milliónir
Smyril fer at krevja nógvar milliónir
So nógv skal gerast við Smyril, at tað fer at kosta 200 mió. kr.

Smyril kom í 2005.
05.11.2026 - 06:43
So nógv skal gerast við Smyril, at tað fer at kosta 200 mió. kr.
Tað sigur fíggjarnevndin hjá løgtinginum í álitinum um at játta 74,4 milliónir til fýra nýggjar motorar til Smyril.
Teir skulu setast í í 2028.
Íløgan fer at leingja lívstíðina hjá Smyrli 10 til 15 ár.
Eisini fara nýggju motorarnir at minka oljunýtslu og viðlíkahaldskostnað, siga Strandfaraskip landsins.
Øll fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um pengar til nýggjar motorar.
Onnur viðgerð verður mánadagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























