- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiskir bólkar framdu álopini á køliskipanir í Evropa

Russisku hakkarabólkarnir, Z-Pentest og NoName057(16), hava tikið ábyrgdina av telduálopum á kølidiskar í fleiri evropeiskum londum.
Tað skrivar danska TV 2, sum hevur fingið atgongd til fráboðanir hjá bólkunum á sosiala miðlinum Telegram.
Sambært bólkunum hava telduálop rakt týdningarmikla undirstøðukervið í minst 20 londum, harav flestu eru limir í Nato-verjusamgonguni.
Millum annað siga teir, at vatnveitingar, orkuverk, ídnaðarvirki og matvørugoymslur eru rakt.
Stolið loyniorð frá Danfoss
Hakkarabólkarnir nevna eisini donsku fyritøkuna Danfoss, sum hevur framleitt fleiri av hitastillarunum, ið eru raktir av álopum.
Bólkarnir siga, at teir hava stolið loyniorð hjá starvsfólkum og kundum hjá Danfoss, og hava lagt eina fílu á internetið, sum teir siga prógvar hetta.
Danfoss hevur áður váttað, at telduálop hava rakt køliskipanir hjá fyritøkuni, men hevur ikki fleiri viðmerkingar til upplýsingarnar frá hakkarabólkunum, skrivar danska TV2.


























