- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skaddur Ísak ikki við til Montenegro
Skaddur Ísak ikki við til Montenegro
Ísak Vedelsbøl hevur fingið ein vøddaskaða og verður ikki við til EM-undankappingardystin móti Montenegro sunnudagin. Erling Erlendsson úr Kyndli er tikin út í staðin

Tað er ein smeitur fyri hondbóltslandsliðið, at Ísak Vedelsbøl hevur fingið vøddaskaða og ikki fær spælt ímóti Montenegro
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
05.11.2026 - 16:27
Ísak Vedelsbøl hevur fingið ein vøddaskaða til venjing í dag og verður ikki við í útidystinum ímóti Montenegro sunnudagin.
Erling Erlendsson úr Kyndli er tikin út í staðin, skrivar portal.fo.
Hetta er ein smeitur fyri føroysku verjuna, ið longu frammanundan mátti vera Pætur Mikkjalsson fyriuttan. Hugsast kann, at Helgi Hildarsson Hoydal fær størri ábyrgd saman við Teis Horn Rasmussen í miðverjuni.
Portalurin skrivar, at talan er um ein skaða, sum kann halda Ísaki Vedelsbøl uttanfyri í seks til átta vikur. Tískil er ivasamt, um 22 ára gamli strikuspælarin úr HØJ nær at gerast til reiðar til HM-endapsælið í Týsklandi í januar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























